Leivur skoraði sjey mál fyri Odder

Odder var fyri tapi í dag, men Leivur Mortensen hevði eitt gott avrik

Leivur Mortensen var eyðsýndur í dag tá lið hansara, Odder spældi á útivølli móti Team Sydhavsøerne í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Leivur gjørdi sítt við at skora sjey mál, men tíverri gjørdist talan um 35-39 móti liðnum, ið liggur triðfremst í deildini.

 

Team Sydhavsøerne var á odda 21-17 í steðginum, so talan var um ein málríkan dyst.

 

Odder er nummar 10 av teimum 14 liðunum í næstbestu deildini við 10 stigum fyri 14 dystir.

 

Komandi leygardag verður føroyingauppgerð. Tá tekur Odder móti Róki Akralíð og hinum í HC Odense.

 

Eftir tann dystin er vetrarsteðgur til 21. januar.