Leivur í Skúlanum 80 ár

Leivur Joensen í Sandavági, av bygdarfólki vanliga nevndur Leivur í Skúlanum, fyllir 80 á sunnudagin 17. oktober

Sunnudagin 17. oktober fyllir Leivur Joensen, Leivur í Skúlanum, í Sandavági 80 ár.
Leivur er føddur í Sandavági, og har hevur hann búða alla sína tíð. Hann er sonur Margrethu á Rógvu úr Vestmanna og Poul Joensen, lærara úr Bø.
Pápin var lærari í Sandavági og Leivur er føddur í Skúlahúsunum, sum tey verða nevnd. Haðani hevur navnið fylgt honum til hendan dag. Tey vóru fýra systkin í Skúlanum, og Leivur var yngstur.
Leivur giftist í 1955 við Astu Petersen úr Sørvági. Tey búsettust í Sandavági og fingu døturnar Marjun og Andreu, sum eisini báðar búgva í Sandavági.
Leivur fór til skips í 1945, men tað gjørdist ikki hansara lívsstarv kortini. Hann arbeiddi eitt mannaminni sum formaður í grótbrotinum hjá Landsverkfrøðinginum.
Leivur er bygdarmaur við tí, sum har til hoyrir. Sjógv og land hevur hann røkt. Í bátinum var tað fiskur, fuglur, grind og eisini kópur viðhvørt. Hann var ein tann seinasti, sum søkti látrini undir Sandavágsbjørgunum norðantil.
Á landi eru tað nú mest seyður og gæs, sum hann fæst við. Men áður hava harurnar eisini staðið frammalaga, tá tann tíðin var. Og seyðin hevur hann røkt í bjørgunum eisini á yngri árum. Bæði í Vágum og á Streymoynni hevur hann havt skoraseyð gangandi í síni tíð.
Leivur er fittur í hondunum og hevur gjørt nógv handaligt arbeiði av ymsum slagi.
Nú hann hevur nátt kempualdri, er hann regluligur gestur í Undirhúsinum, har kortini smella í borðið mánakvøld og mikukvøld, tá teir spæla stýrivolt.
Praktiskur er hann. So praktiskur, at hann valdi sær konu, sum fyllir mestsum samstundis sum hann sjálvur. Asta hevur føðingardag 19. oktober, so saktans kunnu dagarnar leggjast saman.

ej