Leivur Olsen farin

Leygardagin 25. november and­aðist Leivur Olsen, Hoy­vík, 65 ára gamal.

Leivur var kvívíkingur, men búði í høvuðsstaðnum í næstan hálva øld. Hann hevði gott fólkatekki, altíð blíð­ur og vinsælur.
Sum ferðandi sølumaður í eini 35 ár kom Leivur í sam­band við nógv fólk og var kendur í nærum hvørj­um króki í landinum, og munnu tey flestu minnast hann fyri vinsæla og lætta lynd­ið.
Foreldrini hjá Leivi vóru Jo­hannes Pauli Olsen og Dag­mar, f. Jacobsen. Tey høvdu telefonstøðina í Kví­vík, so Leivur var upp­vaks­in við, at nógv fólk kom á gátt.
Í 1958 leitaði Leivur sær til Havnar á háskúla. Árið eft­ir fór hann í læru hjá Thom­as Dam.
Eftir lokna lærutíð ar­beiddi hann ymsastaðni, til hann fyrst í sjeytiárunum byrjaði sum sjálvstøðugur søl­umaður.
Leivur giftist Marnu, f. Dam, úr Sandavági, í 1965. Tey taldust millum teirra, sum bygdu í Hoyvík fyrst í sjey­ti­ár­u­num, tá Hoyvíkin enn lá nakað uttan fyri Havn­ina.
Tey fingu synirnar Dag­finn (f.1967) og Theodor Eli (f. 1976).
Leivur gekk høgt upp í familjuna og syn­ir­nar. Seinastu árini fegn­að­ist hann eisini um abb­a­døt­ur­nar Torgerð og Elisu. Fam­ilj­an kom altíð í fremstu røð, og hann var altíð til reið­ar, um tað var okkurt, ið hann kundi vera til hjálp­ar við.