Leivur er føddur í Kvívík í 1941 og vaks upp har. Foreldrini høvdu telefonstøðina í Kvívík og har kom, sum vera man, nógv fólk á gátt. Í 1958 leitaði Leivur sær til Havnar á háskúla. Árið eftir fór hann í læru hjá Thomas Dam. Enn í dag minnast mong henda fryntliga lærlingin, og handilslívið skuldi eisini gerast hansara lívsleið.
Eftir lokna lærutíð arbeiddi hann ymsastaðni, til hann fyrst í sjeytiárunum byrjaði sum sjálvstøðugur sølumaður, og Leivur hevur virkað sum slíkur síðani. Sum ferðandi sølumaður í eini 35 ár er Leivur kendur í nærum hvørjum króki í landinum.
Leivur giftist við Marnu, fødd Dam, úr Sandavági í 1965. Tey taldust millum teirra, sum bygdu í Hoyvík fyrst í sjeytiárunum, tá Hoyvíkin enn lá nakað uttan fyri Havnina. Tey eiga synirnar Dagfinn (f.1967) og Theodor Eli (f. 1976).
Leivur hevur gingið høgt uppí familjuna og synirnar. Av lyndi er hann hjálpsamur og fryntligur og tolsemi er eitt eyðkenni. Hetta vátta óivað tey, ið kenna hann. Men familjan er altíð komin í fremstu røð, og enn sum áður er hann beinanvegin til reiðar, um okkurt er, ið hann kann vera til hjálpar við. Í dag fegnast hann um abbadøturnar báðar, Torgerð og Elisu.
Leivur og Marna ganga høgt upp í hús og urtagarð, og einum nýtist ikki at hyggja so longi at vakra urtagarðinum á Mýrini, fyri at fáa eyguni upp fyri, at her eru fólk, ið ganga upp í at fríðka um, og at nógvir arbeiðstímar liggja aftan fyri vøkru sjónina.










