Í kvøld var Leivur Mortensen ikki millum málskjúttarnar hjá Odder, ið tapti greitt fyri oddaliðnum, Midtjyllandi á heimavølli í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HC Midtjylland vann 32-23 eftir at hava verið á odda 17-14 í steðginum.
Hóast fýra dystir eru eftir at leika hevur Midtjylland vunnið deildina, og harvið rættin at spæla í bestu hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Sunnudagin klokkan 14.30 verður føroyingauppgerð í Odder millum Odder og liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen, TM Tønder.
STØÐAN:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 22 | 40 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 22 | 31 |
| 3 | HØJ | 22 | 30 |
| 4 | Grindsted GIF | 22 | 30 |
| 5 | IK Skovbakken | 22 | 24 |
| 6 | Otterup HK | 22 | 22 |
| 7 | Ajax | 21 | 19 |
| 8 | TM Tønder | 22 | 18 |
| 9 | HEI, Skæring | 22 | 18 |
| 10 | Odder | 21 | 18 |
| 11 | FIF | 22 | 16 |
| 12 | Roskilde | 21 | 15 |
| 13 | Vendsyssel | 22 | 13 |
| 14 | HC Odense | 21 | 10 |











