Leivur Kjærbo 80 ár

Í gjár, mikudagin 20. oktober, fylti Leivur Kjærbo, fyrrverandi handilsmaður í Sumba, 80 ár.

Leivur er sumbingur, sonur Tummas Jákup Kjærbo, sum var ættaður úr Sumba, og Kristionnu, fødd Jacobsen og ættað av Glyvrum. Kristianna var systir kenda skiparan Glyvra-Pola.

Leivur er yngstur av sjey systkjum. Elst var Maria, fødd í 1913. Hon giftist við Reynold Sílá av Tvøroyri. Maria doyði í 1983. Næst var Jacob, føddur í 1914. Hann sigldi við amerikanskum fraktskipi í Kyrrahavinum undir seinna heimsbardaga og búsettist eftir kríggið í San Franscisco, har hann giftist við Sachiko. Jacob doyði í 1993. Thomasina (Masa) varð fødd í 1916. Hon flutti sum ung til Danmarkar, og giftist við Mogens Andreasen. Masa doyði í 1997.

Fjórður var Arne, føddur í 1918. Arne býr í Havn, og er giftur við Sofíu. Fimtur var Viggo, føddur í 1920. Viggo búði í Sumba, og giftist við Valgerð; hann doyði fyrr í ár. Sættur var Osvald, sum er føddur í 1923. Hann býr í Havnini, og er giftur við Judith.

Leivur lærdi til skræddara, og fór sum ungur niður til Danmarkar at arbeiða í skræddarayrkinum. Hann arbeiddi í nógv ár sum deildarleiðari á klædnaverksmiðju í Keypmannahavn.

Í 1970 flutti Leivur heim aftur til Føroyar, og búsettist í barnaheiminum, har hann helt fram við handlinum hjá pápanum, inntil hann gavst fyri nøkrum fáum árum síðani.

Eitt av lyndiseyðkennunum hjá Leivi hevur verið og er hansara hjálpsemi og umsorgan fyri sínum medmenniskjum. Mong eru tey, sum Leivur hevur hjálpt millum ár og dag. Tað hevur givið at bíta, at Leivur hevur verið mest sum ov hjálpsamur, tá ið sølumenn hjá heilsølum í Havn eru komnir til Sumbiar at selja sínar vørur. Ein kendur heilsølumaður í Havnini tók soleiðis til, at hann fór ikki suður til Leiv, tí hann tók so synd í Leivi, tí at Leivur tók so synd í honum, tá ið hann kom suður!

Sálmaskaldið Asaf syngur í Sálmi 73, at Gud er góður við tey, ið hava reint hjarta. Tí má Gud vera góður við Leiv. Leivur hevur eitt stórt hjarta fyri Orði Guds, og hann savnast regluliga í brøðrasamkomuni í Lopra og Sumba.

Gud havi tøkk fyri menniskju sum Leivur Kjærbo, sum við sínum lívsjáttandi sinni og áhuga fyri tí sum fyriferst uttan um hann er eitt prógv um, at lívið framvegis kennist viðkomandi og meiningsfult, tá ið tú ert áttati.

Vinur