Leivur hevur bara gjørt sína skyldu

?Vit eru fult greiðir yvir, at spurningurin um at gera SEV til partafelag, verður kannaður, sigur Torfinn Smith, býráðslimur



 

?Tað, sum Leivur Hansen hevur gjørt, er ikki annað, enn tað, hann hevur skyldu til at gera.

Torfinn Smith, býráðslimur í Havn heldur lítið um hørðu atfinningarnar frá sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráð ímóti býráðsformanninum.

Aðrastaðni í blaðnum átalar sambandsflokkurin harðliga Leiv Hansen, býráðsformann, tí at hann viðgerð spurningin um at gera SEV Til partafelag, saman við hinum býráðsformonnunum í Kommunusamskipan Føroya, sum telur seks tær størstu kommunurnar.

Sambandsflokkurin, sum er í samgongu í Tórshavnar Býráð átalar, at flokkurin onki veit um ætlanina, og at flokkurin onki fekk at vita um hetta, fyrrenn ígjøgnum sjónvarpið.


Valbruni

Men hetta heldur Torfinn Smith, býráðslimur, lítið um. Hann er býráðslimur fyri javnaðarflokkin, sum eisini er í samgongu í Tórshavnar Býráð.

?Sambandsflokkurin má hava fingið valbruna, heldur hann.

Tórfinn Smith sigur, at spurningurin um at gera SEV til partafelag er ikki ókendur í býráðnum, tí har hevur hann verið umrøddur.

? Tað, sum Leivur Hansen nú hevur gjørt, er ikki annað enn sína skyldu.

Hann sigur, at tað, sum nú liggur í kortinum, er, at fyrimunir og vansar av at gera SEV til partafelag, skulu kannast og tað heldur hann vera sjálvsagt.

?Enn er ongin avgerð tikin. Og ikki fyrrenn fyrimunir og vansar eru kannaðir, hava vit eitt haldgott grundarlag at taka støðu útfrá.

? Verða hesar kanningar ikki gjørdar, skal avgerðin byggja á gitingar og metingar og tað kann ikki vera meiningin, sigur Tórfinn Smith.