Leivur Hansen vil gera come-back til býráðið

Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, ætlar sær nú at gera come-back á býráðsvalinum í Havn.

 

Leivur Hansen sat í Tórshavnar Býráð frá 1988 til 2008, tá hann ikki varð afturvaldur. Ta ferðina var Bogi Andreasen stóra stjørnuskotið hjá Tjóðveldi, sum gjørdi eitt gott val, men sum ikki hevði pláss fyri Leivi Hansen. Tjóðveldi fekk fýra fólk í býráðið og Javnaðarflokkuin fimm.

 

Leivur Hansen var borgarstjóri í Havn frá 1996-2000 í samgongu millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Eftir valið í 2000 tók borgarliga samgongan millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin yvir við Jan Christiansen sum borgarstjóra.

 

Leivur Hansen stillaði ikki upp á valinum seinast. Men spurdur, um hann er á listanum hesaferð, sigur hann:

 

Eg kann hervið vátta, at eg eri komin á listan, men enn eru tveir uppstillingarfundir eftir, so listin er ikki endaligur enn.