Leivur Hansen, programmmedarbeiðari í Kringvarpinum, er settur í starvið sum samskiftisleiðari hjá SEV Leivur Hansen tekur við nýggja starvinum tann 1. januar næsta ár. Stýrið í SEV setti Leiv Hansen í starvið eftir innstilling frá einum setanarbólki.
Leivur Hansen er formaður í stýrinum hjá SEV, men við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur hann, at hann var ikki á stýrisfundinum, har gjørt varð av at seta seg í starvið.
Leivur Hansen sigur, at hann fer úr SEV-stýrinum, tá hann tekur við nýggja starvinum á nýggjárinum.