Aftaná fíggjarliga rokið og húsagangin hjá Ajax skifti Leivur Mortensen til liðið hjá Jónasi G. Djurhuus, FIF sum eisini spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld gjørdist Leivur sigursmálskjútti fyri FIF, ið á heimavølli vann 34-33 á Roskilde, ið er liðið hjá Rógva Dal-Christiansen. Leivur meddaði bóltin í kassan hjá Roskilde tá klokkan vísti 59:59.
Leivur skoraði tvey mál fyri FIF í kvøld, og hann valdi løtuna væl at skora tað seinna málið hjá sær.
Jónas G. Djurhuus gjørdi tað framúr, og gjørdist toppskjútti hjá FIF við sjey málum í kvøld.
Rógvi var ikki millum málskjúttarnar hjá Roskilde í kvøld.
FIF er nummar seks í deildini við átta stigum. Roskilde er nummar 11 og triðaftast í deildini við fimm stigum.











