Leivur Frederiksen: Bilar fluttir av vindinum í Klaksvík

Bilarnir eru í vanda í Klaksvík.

Leivur Frederiksen í Klaksvík hevði eina heldur løgna uppliving fyri løtu siðani, tá ið hann skuldi í bilin eftir fartelefonini. 

 

- Eg skuldi líka út í bilin eftir fartelefonini. Komin innar í bilin haldi eg, at tað er í so fríksligt. Ups, eingin bakrútur men nógv glas í bilinum, greiðir hann frá til in.fo. 

 

- Tá eg komi út aftur síggi eg, at tveir bilar eru farnir í hvør sítt tún. Bakrúturin í einum øðrum bili, sum enn stóð var eisini knústur, sigur Leivur úr Kjalarvegnum í Klaksvík. 

 

- So komu hvirlurnar aftur, og nú kundu bilar vera bilar. Eg var ikki meira enn 30 metrar frá húsinum hjá sviger, men mátti halda mær fast. Løgin kensla, tá náttúrukreftirnar vísa musklar. Tú hevur ongan kjans, sigur Leivur Frederiksen. 

 

Sí tvey videobrot úr Klaksvík aðrastaðni á in.fo 

 

Myndirnar hevur Solby Christiansdóttir tikið.