Aldudrátt hoyrdi tú
av brimskornum tangum
frá Stong inn á Stórasand.
Eygu tíni sóu gyltar oyggjar
í sólarrenning
og sólsetri
av Høgabakka í Flatnatanga.
Sjósavan
blankaði sær
í Djúpinum
á bráandi seiðalygnum,
undir Rókum
við Víkarboga,
norður á Barm´
og við hvønn eygnahvarm
í feitum sjógvi -
settur av tangi og tarabløðum.
Hóast eygu tíni sóu,
run við Stong og Nestanga
í sólfyltum summaranga
og vetrarbrim
upp í sovandi grasstrá seg manga, -
so ljóðar: Eingin skal um sín dag ganga!
Av Marknagili komst tú -
tøtlaði um ong og teig
á hesi leið.
Mangan gekst tú oman í Sjóvartún
og var tín hugaheimur her:
Tín málningatalva -
ovast uppi frá
til dymbuldaga altartalvu
av Eckersberg í kirkju -
við Jesusi í Getsemane.
Her lá tú undir hvítum loki,
undir døkkari altartalvu
við Jesusi millum myrkar greinar
og sovandi sveinar
eina skamma stund
í svartari lund.
Brimgangur var Undir Rókum.
Hjómhvítur dráttur
var um Áarsker,
Sílatanga og Høgnaboga.
Hóast hesa sjóvarilsku-
var friður í Getsemane.
Sjómaður av Marknagili
í Sjóvartún -
her var tín heimur,
tín verð -
títt Getsemane.
Frits