Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivdir frá fletting, sum ikki verða gagnnýtt, skulu burturbeinast á skynsaman hátt.Tað sigur Umhvørvisstovan í eini fráboðan. - Leivdir frá fletting skulu ikki at verða beindar í á, fjøru ella haga. Henda dálking av umhvørvinum kann ofta síggja ótespilig út, geva ringan lukt og verða atvold til smittu, sigur Umhvørvisstovan.
Heitt verður á fólk um at beina tær leivdir frá fletting og slakti, ið ikki verða gagnnýttar, í bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta endamálið. Í hesar bingjur kann eisini annað lívrunnið tilfar latast í, tað veri seg slógv, fjaðrar, og annað.
Síðan ásetingarnar í kunngerð um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna komu í gildi 1. januar 2008, hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá flettingini. Sambært kunngerðini skal alt djóraburturkast frá slátri samlast saman í serligar bingjur til endamálið á góðkendum stað og burturbeinast á góðkendum brennistøðum.