Spanski hægstirættur hevur gjørt av, at spanska stjórnin sleppur at flyta leivdirnar hjá Fransisco Franco.
Fransisco Franco sat sum einaræðisharri í Spania frá 1939 til hann doyði í 1979, og tá hann doyði varð hann jarðaður í Valle de los Caídos, sum er eitt ovurstórt gravhús og minnismerki til teirra, ið lótu lív undir spanska borgarakrígnum í 1930'num. Valle de los Caídos varð bygt av politiskum fangum, og verður fyri mong sæð sum ein fagnaður av fasismuni, ið valdaði í Spania í yvir 40 ár.
Sosialistiska stjórnin vildi hava Franco fluttan í vanligan kirkjugarð, har kona hansara eisini liggur, men eftirkomararnir hjá Franco settu seg upp ímóti ætlanunum hjá stjórnini at flyta hann.
Nú hevur hægstirættur so gjørt av, at stjórnin hevur heimild at taka leivdirnar av Franco upp aftur og flyta tær í kirkjugarð.
Ein talsmaður fyri spanska forsætisráðharran vil vera við, at Franco skal flytast skjótast gjørligt, men tað verður ikki seinni enn 10. november, tá tað verður val í Spania.