Leivdir frá fletting skulu ikki sløðast í náttúruni

- Rotta er ein stórur trupuleiki, og vit skulu gera okkara til, at rotta ikki sleppur at nørast, siga tey á Umhvørvisstovuni.

 

Nú slaktið stendur fyri, minnir Umhvørvisstovan á, at seyður er tilfeingi, sum skal gagnnýtast. 

Men, tá flett verður, er eisini fráfall og tað, sum ikki verður gagnnýtt, skal burturbeinast á rættan hátt.

 

- Her hava øll, ið fáast við slakt, skyldu til at brúka kommunalu skipaninar hjá ávikavist Kommunalu Brennistøðini í Havn og brennistøðini hjá IRF, sum hevur móttøkur kring landið.

 

Á Umhvørvisstovuni vísa tey á, at um lívrunnið burturkast frá eitt nú fletting endar í náttúruni, sum tað sjálvandi ikki skal, hjálpir tað rottu at trívast og nørast. 

- Rotta er ein stórur trupulleiki í Føroyum, og vit eiga øll at gera okkara til, at rotta ikki sleppur at nørast.

 

Á Umhvørvisstovuni minna tey eisini á, at lívrunnið burturkast skemmir náttúruna og lukturin, sum stendst av hesum, er til ampa fyri fólk í nærumhvørvinum.

 

- Tískil er tað skyldan hjá okkum øllum, nú slaktið stendur fyri, at leivdir frá fletting verður burturbeint á rættan hátt, soleiðis sum lóggávan sigur.

Á Umhvørvisstovuni leggja tey aftrat, at tað heldur ikki er loyvt at grava fráfall frá fletting niður.