Ein sonn ræðusøga kemur í hesum døgum undan kavi á einum fyrrverandi barnaheimi á bretsku oynni Jersey.
Sambært BBC hevur løgreglan funnið leivdir frá barnalíkum inni á barnaheiminum Haut de la Garenne.
Heimið er longu frammanundan í ljósmálanum hjá løgregluni, tí illgruni er um, at børnini vóru sera illa viðfarin longu afturi í 1960´unum. Fyribils kanningar vísa, at líkleivdirnar stava frá byrjanini av 1980’unum. Kanningarleiðarin hjá løgregluni í Jersey, Lenny Harper, sigur við BBC, at helst finna tey fleiri leivdir frá líkum. Sporhundar hava longu lokaliserað seks onnur støði á barnaheiminum, bæði inni og úti. Tí eru serfrøðingar úr London boðsendir at hjálpa við kanningararbeiðinum.
- Um tørvur er á tí, so halda kanningarnar fram í fleiri vikur. Enn vita vit ikki, um talan er um morð, ella um vit finna fleiri lík, sigur Harper.
Fyrrverandi parlamentslimur fyri Jersey, Stuart Syvret, heitir á øll, sum hava havt samband við barnaheimið, um at traðka fram, so tey kunnu hjálpa løgregluni.
--
Mynd: Haut de la Garenne er í dag vallaraheim










