Leitisvatn kann brúkast til drekkivatn

Kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni staðfestir, at við rættari fyriskipan kann vatnið í Leitisvatnið í Vágum nýtast sum drekkivatn Kanningarnar staðfesta, at rávatnið úr Leitisvatni lýkur øll kemisk krøv, sum ES setir til drekkivatn smbrtært drekkivatnsásetingunum. Móran á botni er tó dálkað, og dálskingin stavar sannlíkt frá asfalti, bilferðslu og flogferðslu, sigur He4ilsufrøðiliga Starvsstovan.

Sagt verður, at tað er umráðandi, at Vatnið á ein væl fyriskipaðan hátt verður vart ímóti øllum teimum dálkingarvandum, sum eru at finna í nærumhvørvinum, og tá verður hugsað um ferðsluna framvið Vatninum, virksemi við og á Vatninum og virksemi annars í øllum vatnveitingarøkinum rundan um Vatnið.

Tey seinastu árini hava fiskavirkini av og á havt trupulleikar av, at vatnið úr Leitisvatni hevur ikki verið nóg gott.