? Nú mugu myndugleikarnir kannað tað, sum er funnið fyri at fáa nøkur svar, sigur Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingarstøðini.
Hann heldur, at stórur innsatsur varð gjørdur allastaðni fyri at finna gummibátin og mannin, men hann viðgongur tó, at tá hugt verður í bakspeglið, at ein kann gott seta spurnartekin við um ikki tað kundið verðið gjørt meira burturúr leitingini og leitað í eitt longri tíðarskeið. Serliga tá maður og gummibátur vórðu funnin aftur.
? Vit hava altíð leitað longi í Føroyum, tá slíkt hendir, men tað er sera torført at siga, júst hvat er nóg longi ella ov stutt, sigur hann og leggur afturat, at tað er øgiliga ymiskt uttanlanda, hvussu longi tað verður leitað í slíkum tilburðum.
Annars sigur hann, at tað ber illa til hjá honum at koma við nøkrum greiðum svarum um hetta, áðrenn kanningin av málinum er liðug.
Ikki dumpað
Um niðurstøðan útfrá kanningini staðfestir, at leitingin varð steðgað ov tíðliga, heldur Djóni tó ikki, at tað kann sigast, at MRCC dumpaði sína fyrstu stóru roynd eftir yvirtøkuna.
? Vit hava longu havt nógvar uppgávur, síðani yvirtøkuna, sum hava gingið væl. Hetta var so tann fyrsta so stóra hendingin av sínum slag, sum involveraði nógv fólk. Men fólk hava jú altíð teirra meiningar, sigur Djóni Weihe, sum sostatt ikki heldur, at teirra partur hevur ligið eftir í leitingini.
Hann sigur tó, at reaktiónirnar uppá leitingararbeiðið hava verið positivar heldur enn tað øvugta.
Tekur sína tíð
Hvussu langa tíð kanningin tekur, og nær svar verða greið, dugir Djóni Weihe ikki at siga nakað um. Ein tílík kanning tekur sína tíð, er tað einasta, sum hann sigur.
Djóni sigur, at um ein tílík kanning skal hava nakað virði, so má hon taka ta tíð, hon tekur. Tey mugu royna at samla so frætt av fakkunnleika, sum tey kunnu, so tey kunnu gera eina niðurstøðu útfrá vitanini.
? Umstøðurnar í hesi hending eru heilt serstakar og gera tað serstakliga torført at síggja frammanundan, at júst hatta skuldi henda, sigur Djóni Weihe, leiðari á Sjóbjargingarstøðini.