Bjargingarliðini eru givin við at leita á sjónum eftir 70 ára gamla Óla Dam. Leitað hevur verið í fleiri dagar á sjónum, men uttan úrslit.
Brimil og Tjaldrið hava leitað um allan fjørðin saman við Vaktar- og Bjargingartænastuni og bjargingarfeløgum uttan at finna mannin. Løgreglan hevur leitað við hundum á landi.
Hóast leitingin á sjónum er steðgað, so fara fólk regluliga at ganga framvið sjóvarmálanum fyri at vita, um maðurin er skolaður uppaftur.










