Oljufelagið BP er nú givist við leitingini eftir olju í brunninum Svínoy, og úrslitið vísti, at hóast olja og gass finnist á økinum, so var tað ikki í so stórum nøgdum, at framleiðsla kann spyrjast burturúr.
? Enn einaferð má staðfestast, at leitingin ikki gav tað úrslitið, sum eg hevði vónað. Kortini er tað positivt at fáa váttað, at tvit hava ein virkna oljuskipan á føroyskum øki, og at vánirnar at finna olju í rakstrarverdum nøgdum eru batnaðar, sigur Eyðun Elttør, sum landsstýrismaður við oljumálum.
Boriskipið West Navion, sum hevur leitað eftir olju fyri BP, boraði á 1.074 metra dýpi, og brunnurin, sum er boraður, røkkur 4.354 metrar undir sjóvarmálan.
Virkin skipan
Boriarbeiðið hevur verið merkt av stórum trupulleikum í djúpara partinum av brunninum.
Hóast tað eydnaðist tað at gera eina røð av mátingum og taka grótroyndir í dýpinum, áðrenn gjørt varð av at steðga boringini 22. september.
Boringin á Svínoy miðinum náddi niður ígjøgnum fláirnar, ið vóru høvuðsmál fyri leitibrunninum, og hon staðfesti, at olja og gass finnist á økinum, men tað nøgdin er lítil.
Úrslitið av boringini vísir, at Føroyaøkið innihaldur eina virkna kolvetnisskipan, og at tað finnast sangrýtisfláir við góðum egileikum at goyma olju og gass.
Men niðurstøðan av hesi boring er, at tað setir ikki gongd á nakra føroyska oljuvinnu.