Leitingin í dag gav einki úrslit

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at leitingin í dag eftir 20 ára gamla Rana í Billustovu gav einki úrslit.

Leitingin í dag eftir 20 ára gamla Rana í Billustovu gav einki úrslit.

 

Tað sigur løgreglan í tíðindaskrivi, sum varð sent út seinnapartin í dag.

 

- Í allan dag hava nógv sjálvboðin leitað eftir 20 ára gamla Rana í Billustovu, og leitað hevur verið víða, bæði í Oyndarfirði og í økinum rundanum Oyndarfjørð. Leitað hevur verið bæði á landi og sjógvi - og eisini hevur verið leitað við tyrlu.

Løgreglan sigur, at leitingin nú er steðgað fyri í dag vegna myrkur. 

 

- Leitingin verður tikin upp aftur í morgin, og tá verður hon víðkað til eisini at leita við nógvum sjálvboðnum við bátum.

 

Lagt verður aftrat, at leitingin við bátum verður skipað soleiðis, at teir býta seg upp í fleiri eindir, soleiðis at leitað verður í fleiri firðum umframt í Djúpunum.

 

- Tyrlan luttekur eisini í leitingini í morgin, sigur løgreglan.