Leitingin í dag gav einki úrslit

Leitingin í sambandið við vanlukkuna í Oyndarfirði, verður tikin upp aftur í lýsingini í morgin

Leitingin eftir tí 20 ára gamla manninum, sum er  saknaður eftir ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði í gjáranáttina, ella gjáramorgunin, endaði aftur úrslitaleys í dag.

 

Annars høvdu tey lagt nógv fyri í eini roynd at finna mannin, tí Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður í Skálafirði, sum samskipar leitingina, sigur, at útvið 100 fólk hava verið við í leitingini í dag.

 

Men nú tað er vorðið myrkt, noyddust tey at gevast, tí nú sæst einki.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at tey hava leitað um eitt rættiliga víðført økið í dag.

 

Fólk á landið hava framvið sjóvarmálanum og hava hugt út á sjógv. Annars hava froskmenn og bátar kannað allan fjørðin, Oyndafjarðarmegin og nakað hinumegin eisini.

 

Tey hava eisini skipað leitingina soleiðis, at froskmennn hava hingið aftur úr bátum og sostatt eru teir komnir rættiliga víða um í dag.

 

- Vit hava eisini leita við upptøkutóli, sum hevur tikið rættiliga góðar livandi myndir av botninnum, sigur brunaumsjónarmaðurin.

 

Økið rundanum Rættargjógv, har bilurin fór útav, er eisini kannað av nýggjum.

 

Onkur privatbátur heldur fram við leitingini, men nú eru umstøðurnar vánaligar, tí einki sæst.

 

Sunleiv Højgaard sigur, at tá ið tað lýsir fyri degi í morgin, verður leitingin tikin upp aftur

 

Í morgin verður leitingin skipað á sama hátt, sum í dag við froskmonnum, bátum og fólki á landi.

 

- Í morgin er so ætlanin at kanna øki, tey ikki fingu stundir til í dag, men okkurt skal eisini kannast um aftur, sigur Sunleiv Højgaard.

 

Annars hava vit fleiri greinar longur niðri á her á in.fo um sama mál

 

Síggj fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER

Les eisini: Vanlukka kravt mannalív í Oyndarfirði