Leitingin her lopfjøl út í heim

-Tað er gott fyri Føroyar og føroyska oljuvinnu, at eitt av okkara egnu oljufeløgum nú kann arbeiða og virka uttan fyri landoddarnar sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, nú Atlants Kolvetni hevur fingið góðkenning frá bretskum orkumyndugleikum at arbeiða í bretskum øki.

 


Føroysk oljufeløg


Landsstýrismaðurin sigur, at hetta hevði neyvan nakar trúð fyri fáum árum síðani. Nú er tað so veruleiki, og tað er gott. Líkt er til, at luttøka í leitingini í føroyskum øki hevur verið ein lopfjøl út á bretska landgrunnin og í Norðsjógvin.


Eyðun Elttør dylur ikki fyri, at vitjaninar hjá løgmanni og sær sjálvum í Bretlandi kunnu hava gjørt sítt til, at hetta er komið í lag. Eftir at bretsk feløg fingu leitiloyvi í Føroyum hava umboð fyri myndugleikarnar har úttalað seg um, at teir vilja royna at menna samvinnuna millum bæði londini. Eitt nú vitjaðu Anfinn Kallsberg, løgmaður og Herálvur Joensen, leiðari í Oljumálastýrinum hjá DTI í London, har orkumálaráðharrin hevur skrivstovu. Tá nýtti løgmaður m.a. høvi til at tosa við táverandi ráðharran í oljumálum, Peter Hein, sum í dag er Europa-ráðharri hjá bretsku stjórnini. Herfyri nýtti eisini Eyðun Elttør høvi at hitta núverandi orkumálaráðharran Brian Wilson. Tað var tá føroyingar luttóku á oljuráðstevnuni í Aberdeen.


Eyðun Elttør fylgir eisini boringini á føroyska landgrunninum við stórum spenningi. Hann heldur tað er ov tíðliga at fella í fátt, nú tvær boringar ikki hava givið nøktandi úrslit og tann triðja kann enda við tí sama. ?Skuldi tað hent, at eisini henda triðja boringin er turr, so eigur tað ikki at steðga okkum í at halda fram. Agip skal jú bora næsta ár og síðani koma fýra boringar aftrat. Úrslitið av hesum trimum fyrstu boringunum hevur eisini stóran týdning fyri brunnin, sum Agip fer at bora. So vit eiga at síggja boringarnar í 1. útbjóðing sum eina heild, har vitan frá eini boring kann vera týðandi grundarlag undir komandi boringum.


Eyðun Elttør heldur eisini, at vit skulu meta boringarnar hinumegin markið sum av stórum týdningi fyri Føroyar eisini, tí fund har eru í veruleikanum fund í ?okkara? øki siga vit, at jarðfrøðin ikki setir mørk. Landsstýrismaðurin fylgir tí boringinum á bretskum øki við eins stórum áhuga sum tær á føroyska landgrunninum. Man kann tí siga, at í veruleikanum verða gjørdar kanska einar 15 til 20 boringar í øllum økinum næstu árini heldur enn bara tær átta, sum verða gjørdar í júst okkara parti av Atlantsmótinum. Vit skulu neyvan heldur vera kløkk, um tað verða gjørdar uppaftur fleiri boringar, um onkur av teimum átta brunnunum gevur úrslit.


Eyðun Elltør vónar sjálvandi, at fund verða gjørd nú, men hann útilokar ikki møguleikan fyri enn eini útbjóðing í næstu framtíð. -Sjálvandi fer tað at hava óhepna psykoligska ávirkan, um allir brunnarnir eru turrir, men vit mugu tó rokna við 2. útbjóðing í 2003 ella so. ?Mest umráðandi er ikki at missa mótið, tí hyggja vit at gongdini í bæði norskum og bretskum øki, tá teir fóru undir at leita, so vórðu boraðir ávikavist umleið 30 og 70 brunnar, áðrenn oljufund varð gjørt.