Leitingin heldur fram í dag

Brimil og Hvidbjørnen halda fram við leitingini í dag, eins og bjargingarfeløg eisini fara at leita fram við landi. Í tíðindaskrivi beint eftir klokkan 9 í morgun boðar MRCC Tórshavn frá, at leitingin eftir tveimum monnum í Hestfirði, Vestmannasundi og Vágahavinum heldur fram. Tað verða Brimil og Hvidbjørnen, sum halda fram at leita í dag.

- Tórshavnar Sløkkilið og Eiðis Bjargingarfelag hava bjóðað sær til at fara við tveimum smáum bátum fram við Streymoyarlandinum, Hesti, Koltri og Vágalandinum, sigur MRCC Tórshavn, sum annars heitir á allar bátar og skip, sum eru ella sigla í økinum, um at hyggja eftir rekum á sjónum.