Leitingin heldur fram

Aftur í dag hava fólk frá løgreglu og bjaringarliðum leitað eftir saknaða manninum við Oyndarfjørð. Leitingin heldur fram í morgin, men færri fólk taka nú lut í henni

Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur, sigur við in.fo, at tey aftur í dag hava leitað eftir 20 ára gamla manninum, sum er saknaður, men at leitingin enn ikki hevur givið úrslit.

 

- Vit hava nú tikið avgerð um, at leitingararbeiðið heldur fram, men hetta verður ikki eins intensivt, sum tað hevur verið. Vit hava spent eina nót tvørtur um fjørðin, og hesa koma vit sjálvandi at eftirkanna við jøvnum millumbilum, eins og fólk koma at leita á landi, sigur Jón Klein Olsen.

 

- Sjógvurin við vanlukkuøkið er mest sum dustsogin við kavarum, og í einum føri hava vit verið á botni í eini 65 metra djúpari holu, uttan at hetta tó hevur givið úrslit, sigur hann.

 

Nú so mikið long tíð er fráliðin, sigur Jón Klein Olsen, at tað neyvan er sannlíkt, at maðurin er á lívi.

 

- Vit vóna sjálvandi tað besta, men nú eru fleiri samdøgur liðin, og hitin er ikki nógvur. So støðan er, at vit leita, men vit rokna ikki við, at vit finna nakran á lívi, sigur Jón Klein Olsen.