Leitingin gav einki

Líka síðan klokkan níggju í morgun, til tað varð myrkt, hava eini 75 fólk leitað eftir Pidda Hansen, sum seinast varð sæddur leygardagin fyri átta døgum síðan.

Vit hava verið í hvørjum bakka og hvørjum úthúsi heilt frá Lamba og út í Eystnes, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari, sum samskipaði leingingina.

Tey hava leitað fram við landi, og froskmenn hava verið niðri við bryggjuna við Bakkafrost.

Aftur í dag hevur verið leitað við Toftavatn, har politiið væl og virðiliga leitaði beinanvegin við hundum.

- Har var einki nakað at finna, sigur Sunleiv Højgaard.