Leitingin enn úrslitaleys

Íslendska bjargingartænastan leitar framvegis eftir amerikanska flogfarinum, sum hvarv í gjár á veg úr Íslandi til Skotlands Leitingin eftir amerikanska flogfarinum, sum hvarv í gjár á veg úr Reykjavík til Wick, heldur fram. Flogskiparin var einsamallur í flogfarinum.

Í dag hava íslendingar leitað við einum flogfari, einari tyrlu og einum sjóverjuskipi, men framvegis uttan úrslit.

Bjargingartænastan í Reykjavík sigur, at veðrið er ringt við nógvum vindi og stórari aldu. Harafturat er tað rættiliga langt at flúgva til leitingarstaðið, og tí er avmarkað, hvussu leingi flogfarið og tyrlan kunnu leita, áðrenn tey noyðast til Íslands eftir brennievni.