Leitingin eftir smádreingi í Sandoy er nú avblást

Hann er komin afturíaftur í øllum góðum

 

 Smádrongurin í Sandoynni, sum løgreglan hevur leitað eftir í alla nátt, er nú komin afturíaftur í øllum góðum.

 

Tað var stutt eftir midnátt, at løgreglan fekk boð um, at ein níggju ára gamal smádrongur í Sandoy var saknaður. Nakað seinni fingu tey varhugan av, at hann var farin í fjøllini at liggja í tjaldi saman við nøkrum eldri dreingjum.

 

Tað var so kavsvart í mjørka, at tað var ikki ráðiligt at senda fólk í hagan at leita, men løgreglan fór avstað við hundi at leitað, men tað var úrslitaleyst.

 

Tíðliga í morgun fingu tey kortini samband við ein av teimum eldru dreingjunum, sum vóru farin við at liggja í tjaldi og hann segði, at smádrongurin var við teimum. Teir lógu í tjaldi undir Tindi ímillum Sand og Skálavík og í morgun fór løgreglan á staðið at vita.

 

Og nú sigur løgreglan, at tey hava havt samband við smádreingin og fingið váttað, at hann var við teimum í tjaldinum, og at hann hevur tað gott, og sostatt er leitingin avblást. Í løtuni eru dreingirnir í ferð við at pakka tjaldið saman fyri at fara oman aftur í bygdina.

 

Løgreglan sigur, at tað var ein misskiljing í samskiftinum partanna millum sum gjørdu, at foreldrini ikki vistu av, at hann var farin við at liggja í tjaldi.