Leitingin eftir horvnum bili er avblást

Bilurin, sum leitað varð eftir um vikuskiftið, var ikki stolin kortini

Nú um vikuskiftið hevur verið leitað eftir einum bili, sum var horvin. Ein bilasøla hevur havt framsýning í Suðuroy og í tí sambandi vóru nakrir dagar brúktir upp á at føra bilarnir aftur til Havna.

 

Men so varnast tey í bilasøluni, at talið passar ikki, og at ein bilur manglar. Løgreglan fekk boð um málið, men nú er tað so greitt, at bilurin var ikki stolin kortini, so leitingin varð avblást.

 

Tvørtur ímóti vísti tað seg, at bilasølan hevði ikki fult yvirlit yvir goymsluna, tí støðan var tann, at bilurin var fluttur til Klaksvíkar, har hann síðani hevur staðið til sølu – hjá somu bilasølu.