Løgreglan steðgaði fríggjakvøldið teirri skipaðu leitingini eftir Honnu Christophersen úr Vestmanna.
Síðani seinnapartin týsdagin varð leitað miðvíst eftir 78 ára gomlu Honnu.
Men tað gav onki úrslit og fríggjakvøldið hava løgreglan, sløkkiliðið í Vestmanna og tey avvarðandi í samráð gjørt av at steðga teirri skipaðu leitingini, sigur sýslumaðurin Andras Marr Poulsen.
Bæði sløkkiliðið í Vestmanna og í Kvívík, bjargingarfeløgini í Vágum og Havnar Bjargingarfelag, hava leitað alla hugsandi staðni eftir kvinnuni, men til fánýtis.
Leitað var í Vestmanna og har um leiðir, men síðani ábendingar vóru komnar um, at Hanna hevði leitað sær til Havnar, varð eisini leitað alla møguliga staðni í Havn, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Argjum.
Hóast skipaða leitingin er steðgað, heitir løgreglan framvegis á fólk um at hava eyguni eftir Honnu og um at seta seg í sambandi við løgregluna á telefon nummari 35 14 48, skuldi onkur varnast okkurt.
Hanna Christophersen er lítil á vøkstri, ikki meiri enn 150 sentimetrar, og klæntraslig. Hon var í myrkabláum ella svørtum jakka, sum er í størra lagi til hana og í myrkum skóm. Hon hevur gráhærd, hevur grá-blá eygu og gongur vanliga í brillum.
Leggjast kann afturat, at hon er minnisveik.
Samstundis sum løgreglan gavst at leita, takka tey øllum, sum hava verið við í leitingini.
Hóast skipaða leitingin er var hildin uppat, vóru sjálvboðin í hópatali við bátum og leitað í Vestmannafirði eftir Honnu.










