Leiting: Hava funnið koppaðan bát

Konurnar hjá russisku ferðamonnunum, sum vóru farnir at fiska í báti, vórðu ringdar upp av monnunum um 14-tíðina í dag, men meðan tey snakkaðu, varð telefonin avbrotin.

 

 

Stór leiting er í løtuni við stóru norsku oynna, Senja, eftir at tveir russiskir ferðamenn, sum vóru farnir at fiska í einum opnum báti í morgun, ikki eru komnir afturí aftur.

Ein tyrla hevur funnið ein koppaðan bát í sjónum, sum liggur við botninum uppeftir. Men, enn er ikki váttað, at hetta er báturin, sum russisku ferðamenninir vóru í. 

- Arbeitt verður nú við at finna út av, um hetta er báturin, sum teir vóru í, sigur tíðindavaktin á Høvuðssentralinum í Norðurnoregi, við www.vg.no.

Hann leggur aftrat, at leitað verður framvegis eftir monnunum, og tveir bjargingarbátar leita eisini á leiðini fram við stondini, har koppaði báturin er funnin.

Tíðindavaktin sigur, at nú er eitt vaktarskip ávegis til koppaða bátin, sum ætlanin er at taka upp. Hetta er eisini neyðugt fyri at síggja, um hetta er báturin, sum menninir vóru í.

Øll tilbúgvingin í økinum er sett inn í leitingina, og ætlanin er eisini at leita í nátt, um tað vísir seg at gerast neyðugt. 

- Seinast, fartelefonsamband var við menninar á bátinum, var um 14-tíðina í dag, sigur bjargingarleiðarin hjá Høvuðssentralinum í Norðurnoregi, Lars Nedrevåg.

Konurnar hjá ferðamonnunum eru báðar í landi, og tær vórðu ringdar upp av monnunum um 14-tíðina í dag.

- Men, samrøðan varð brotin av, sigur ein annar bjargingarleiðari, Jakob Carlsen hjá HRS, við www.nordlys.no.

Tá menninir ikki komu aftur, gjørdi eigarin av leigaða bátinum tíðliga í kvøld av at boða løgregluni frá. Men, fyrst hevði maðurin sjálvur verið úti og leitað, tó uttan úrslit.

- Veðrið í økinum hevur verið skiftandi. Báðir menninir hava verið og fiskað her áður, og tí kenna teir økið í ein ávísan mun, sigur Lars Nedrevåg.

Sum skilst, var báturin, sum menninir vóru í, einar 19 føtur langur, og vit kunnu leggja aftrat, at tað er ein rættiliga lítil opin bátur.