Leitar enn eftir viðurkenningini

Tað munnu verða fáir føroyingar, ið ikki vita, hvør Eyðun Nolsøe er. Ikki minst kennast vit øll við navnframa Eyðun úr bólkinum Frændur, og í ár hevur Eyðun valt at luttaka á Prix Føroyum á fyrsta sinni, tó uttan Frændur men við bólkinum Showmenn

Tað munnu verða mong við mær, ið bæði undraðust og frøddust, tá ið tey sóu navnið hjá Eyðun Nolsøe undir luttakandi tónleikabólki á heimasíðuni hjá Prix Føroyum. Tó er hetta ikki ein nýggjur tanki hjá Eyðun at luttaka á Prix Føroyum, tí hann hevur í fleiri ár gingið við Prix Føroyum í tonkunum. Serliga var tað í 1997, tá ið hann hevði givið sína fyrstu solofløgu út, at hann av álvara hugsaði um at luttaka á Prix Føroyum. Men tankin bleiv ongantíð til nakað, ikki fyrrenn nú.
? Tað hevur ongantíð ligið so væl fyri hini árini. T.d. havi eg verið uttanlands okkurt árið Prix Føroyar var, men í ár skal tað altso verða. Eg eri sera spentur, men eg veit altso ikki heilt, hvat eg kann vænta mær. Eg veit, at eg komi at kappast við nógvar góðar ungar bólkar, so eg gleði til at síggja, um mítt tilfar klára at standa mát við tilfarið hjá teimum yngru bólkunum.

Drívmegin er viðurkennining
Spurdur, hvat annað hann hevur at náað sum tónleikari, nú hann hevur hildið á í so nógv ár, sigur Eyðun, at hann eins og so mong onnur, ongantíð fer at gevast við at leita eftir viðurkenningini.
? Tað nyttar jú lítið bara at sita heima og skriva tilfar. Øll vit menniskju vilja jú hava at vita, um tað ið vit gera er gott nokk. Tí blívi eg við at skriva og framføra mítt tilfar, eg vil jú eins og øll onnur fáa viðurkenning fyri tað sum eg geri. Eg kann t.d. vísa á, at Rolling Stones allarhelst eisini halda áfram enn, tí teir leita eisini eftir viðurkenningini.
Eyðun er ikki í iva um, at tað hevði verið sera stuttligt at vunni kappingina, men tey hevði ikki verið verðsins endi, um hann ikki slapp víðari úr fyrsta umfari.
? Eg havi ikki heilt avgjørt við meg sjálvan, hvat eg skal halda um tónleik sum kapping. Tað eru jú so ólukksáliga nógv sløg av tónleiki, so tað er jú torført at samanbera t.d. mín stíl við rokk. Hóast eg ikki eri bangin fyri ikki at koma víðari úr fyrsta umfari, so hevði tað jú eisini verið stuttligt at vunnið. Men ein veit jú ongantíð, hvat tað er, ið dómararnir leita eftir. Eg haldi sjálvur, at tað finnast ótrúliga nógvir sera góðir ungir tónleikabólkar í løtuni. Og tað at ein hevur royndir, nýtist als ikki at merkja, at ein fer at vinna. Hygg t.d. eftir Hjarnum, tá ið teir vóru við. Teir gjørdust jú ikki nummar eitt ta ferðina, hóast tað var nær við.

Prix Føroyar er
Eins og fyri so mong onnur, so Prix Føroyar tann størsta tónlistarliga gularótin, ið finst í Føroyum.
-? Tað er jú ongin loyna, at tað gerst rættiliga keðiligt at bert venja og venja uttan at hava nakað at venja fram ímóti. Tískil er tað sera spennandi fyri meg, at sleppa at spæla á Prix Føroyum.
Eyðun Nolsøe fer bert at framføra nýtt tilfar, og Eyðun samanber nýggja tilfarið við tað gamla tilfarið hjá Frændur.
Eyðun Nolsøe fer at spæla í triðja og næstseinasta umfari í Prix Føroyum tann 26.februar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.