Leitar eftir vinkonu frá Hull í 60-unum

Við Norrønu í gjár komu eini svensk hjún, Margretha og Lennart Petersson. Ein orsøk til vitjanina er at Margretha, f. Olsson, sum ung arbeiddi á sjómannskirjuni í Hull í Onglandi.

Hetta var í 1960/61. Har kom hon at kenna eina føroyska gentu, sum búði hjá mostur síni í Hull, har hon passaði børn. Hon heldur at gentan var úr Havn. Um kvøldarnar hittust einir 5-6 norðurlendskir ungdómar, sum búðu har á leið, inni á svensku sjómannskirkjuni. Har komu Margretha og henda føroyska gentan at kennast sera væl. Margretha hevur ikki havt kontakt við hesa føroysku gentuna síðan tá, men hon hevur ongantíð gloymt hana, og vónar hon at hitta hana, meðan tey eru her, ella at fáa at vita hvar hon bleiv av. Hon heldur at gentan er umleið 60 ár í dag. Tað hava nokk ikki verið nógvar føroyskar gentur, sum hava passa børn í Hull fyrst í 60-unum, so vónandi kann onkur av lesarum okkara hjálpa Margrethu Petersson at finna vinkonuna, áðrenn hon og maðurin fara avstað aftur við Norrønu fríggjamorgunin. Tey búgva á Hotel Føroyum, og teirra fartelefonnummar er 0046705438018.