Leitar eftir vinarbýi í Føroyum

Íbúgvarnir í danska býnum Skovlund hava á einum borgarafundi í fjør avgjørt, at býurin skal finna sær vinarbýir í Føroyum. Benny Drewsen, fyrrverendi handilsmaður í Havn, nú búsitandi í Skovlund, er í løtuni í Føroyum og leitar eftir hesum vinarbýum.

 

Benny Drewsen, sum í tredivu ár var búsitandi í Havn, er komin til Føroya á einum av sínum mongu ferðum aftur. Men hesaferð hevur hann eina heilt serliga uppgávu. Hann skal nevniliga royna at finna danska býnum Skovlund, har hann hevur búð síðan 1995, ein ella tveir vinarbýir í Føroyum.

Hann er longu væl á veg at fáa samband í lag við eina bygd í norðara parti av Føroyum og leitar nú eftir einari bygd í Suðuroynni ella Sandoynni.

Skovlund, ið liggur 43 kilometrar norðan fyri Esbjerg millum Varde og Grinsted hevur 650 íbúgvar og kundi hugsað sær samband við føroyskar bygdir á umleið somu stødd.

At Skovlund skuldi finna sær vinarbýir í Føroyum bleiv avgjørt á einum borgarafundi í fjør. Fýra føroyingar búgva í býnum, og hetta var beinleiðis orsøkin til at tað júst er í Føroyum, at býurin leitar sær eftir vinarbýi.

Benny Drewsen skuldi kortini til Føroya um jóltíðir, og bjóðaði sær til at royna at fáa samband í lag við onkra føroyska bygd. Og tað hevur hann so roynt.


Fjølbroytt samband

Benny Drewsen gjørdist noyddur at fyta úr Føroyum vegna sjúku fyri fimm árum síðan. Tá hevði hann búð her í landinum í tredivu ár. Og hóast tað var hugtungt at flyta, so trívist hann væl í Skovlund, sigur hann.

? Býurin hevur eitt ríkt mentunarlív og har er øgiliga pent, sigur Benny.

Ynski hjá íbúgvunum í Skovlund er at sambandið við vinarbýin í Føroyum skal knýta persónlig, ítróttalig og mentunarlig bond millum íbúgvarnar í býunum báðum.

? Harafturat ynskti borgarstjórin eisini at fáa sambans í lag við kommunalpolitikararnar í býunum báðum, sigur Benny Drewsen.

Føroysku býirnir ella bygdirnar, ið eru áhuga at vita meira um vinarbýartiltakið, kunnu venda sær beinleiðis til Benny Drewsen, annaðhvørt á telefon (+45) 75 29 22 03 ella við at skriva til hann á adressuni Borgergade 6, 6823 Skovlund-Antager.

? So kunnu tey fáa tilfar sendandi og fáa meir at vita um býin, og hvat hann hevur at bjóða, sigur Benny Drewsen.