Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at leita eftir pengum fyri at fáa ráð til at kanna pinkubørn fyri hoyribrek, beinanvegin tey eru fødd.
Tað hevur hann svarað Sirið Stendberg, tingkvinnu, sum hevur spurt hann um útlitini fyri at seta eina skipan í verk, har øll pinkubørn verða kannað fyri hoyribrek, beint sum tey eru fødd.
Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hetta heilsuverkið ikki ráð til við teirri játtan, tað hevði fingið.
Hann ásannar framvegis, at tað er sera torført at fara undir nýtt virksemi, sum støðan er.
Men hann ætlar kortini at seta seg í samband við Landssjúkrahúsið at vita um tað ikki ber til at finna pengarnar.
Tað, sum krevst til hetta endamál, er útgerð fyri 450.000 krónur, umframt 600.000 krónur í løn um árið.
Talan er um løn til tveir sjúkrarøktarfrøðingar í hálva tíð í part og ein skrivara í hálva tíð.
At kanna pinkubørn fyri hoyribrek er annars eitt átak, sum Landslæknin og Landssjúkrahúsið hava mælt til at seta í verk.
Karsten Hansen sigur, at fer at miðja eftir at finna fígging til neyðugu útgerðina og at skipaða kanningin av pinkubørnum fyri hoyribrek verðru sett í verk seinni í ár.










