Havnar Arbeiðskvinnufelag bleiv stovnað í 1936, og í hesum sambandi leitar Nina eftir myndum frá arbeiðsplássum, har kvinnur arbeiddu tí tíðini, og frá teimum 70 árunum sum liðin eru síðan felagið varð stovnað.
Serliga eru tað onkrar myndir, hon kundi hugsað sær at fingið fatur á, sum t.d. av Tóru Ellingsgaard, sum stovnaði Havnar Arbeiðskvinnufelag. Nina sigur, at Tóra nokk hevur verið donsk og gift føroyingi. Tað sigst at sonurin búði á Hvítansi, men hann er deyður.
Tey sum vita meira um Tóru Ellingsgaard, ella eiga myndir av kvinnum í arbeiði, kunnu venda sær til Ninu Dahl á telefon 317796 ella teldupostadressu: hakf@post.olivant.fo