Sending
Eftir stóru boksidystin í síðstu viku, so kunnu danskir eins og føroyskir sjónvarpshyggjarar fáa nøgta teirra tørv, tá tað aftur verður showtime. Hesaferð eita mótstøðumenninir, ella rættari sagt duellantarnir, Sjúrður Skaale og Rolf Guttesen. Báðir hava teir gjørt seg galdandi í kjakinum her heima. Hugsjónirnar skuldi av røttum verið rættiliga ymiskar. Hetta er eisini orsøkin til, at júst hesir báðir eru valdir út til at siga frá sínum sjónarmiðum í søguligum eins og tjóðskaparligum spurningum. Báðir eru skúlaðir av hægri lærustovni. Rolf Guttesen undirvísir í løtuni við lærda háskúlan í Keypmannahavn, og Sjúrður Skaale hevur inntil fyri stuttari tíð síðani verið blaðstjóri á Fregnum, umframt at hann sjálvandi eisini er kendur í fleiri øðrum sambondum.
Sendingin sunnukvøld er ein sending, sum danska rásin DR2 hevur framleitt. Sendingin er partur av einari røð av sendingum. Sendingarnar í røðini eru allar skipaðar á sama hátt sum hendan, har tað eru tveir duellantar, sum lýsa við egnum orðum ymisk søgulig fyribrigdi og hendingar. Hesaferð er túrurin komin til Føroya til føroyska søgu. Denturin verður sjálvandi lagdur á tey meira tjóðskaparligu brotini av søguni.
Sendingin, Jagten på historien, verður send á DR2 klokkan 20.25 danska tíð - 19.25 føroyska tíð. Sjónvarp hevur eisini sett sendingina á skránna sunnukvøldið klokkan 20.50.









