Leitanin eftir Bygdalei_um

Krabbagággan skrivar:

Ból & Biti er føroyska heiti_ fyri Bed & Breakfast, og her ver_ur, sum heiti_ sjálvt sigur, veitt song og morgunmatur. Hesin gistingarmøguleiki er ofta ein millumloysn fyri tey fer_andi, i_ ikki vilja búgva á bíligasta hátt á vallaraheimi, men heldur ikki vilja gjalda ta_, sum eitt hotel kostar. Hesin gistingarháttur er eisini ógvuliga væl umtóktur millum tey, sum gjarna vilja koma í samband vi_ lokalfólki_, tí ofta er Ból & Biti at finna í privatum húsum, har húsfólki_ leigar eitt ella fleiri kømur út um summari_.

Tey, sum hava roynt hendan gistingarháttin á fer_um uttan fyri Føroyar, vita, at dygdin á bæ_i song og morgunmati kann svinga nógv frá einum Ból & Bita til tann næsta. Ból & Biti í Æ_uvík kostar 175 krónur fyri hvønn. Ta_ má sigast at vera bíligt, og tí er ta_ heldur ikki vi_ nøkrum vónum um eitt stórt kulinariskt upplivilsi at eg vakni í Æ_uvík og fari ni_urundir at fáa mær morgunmat.
Men í stovuni bí_ar eitt óvanliga væl dekka_ bor_. Her er einki eftir til smakkisansin at ynskja sær, og sjónin fær eisini sítt. Heimabaka_ franskbrey_, heimagjørd smyrjibrey_, bleyttkóka_ egg, frukt, kaka, tvey sløg av djús, tvey sløg av jogurt, fyri nú at nevna ein part av tí, sum er sett fram fyri okkum. Eg havi sæ_ morgunmatar á nógvum tr_-stjørna_um hotellum, sum ikki koma upp á knøini á hesum.
- Morgunmatur er ta_ einasta, sum er vi_ í prísinum, so hann skal vera gó_ur. Ofta eru ta_ krabbagággur, sum búgva her og tær skulu hava nokk at eta, tí eingin veit nær tær fáa naka_ etandi aftur, sigur matmó_irin Katrina Hansen, tá eg spyrji, um hetta veruliga er vanligi morgunmaturin.

Hesum sí_sta kann hon hava rætt í. Eingin veit nær vit fáa mat aftur. Eingin bussur hjá Bygdalei_um fer úr Æ_uvík hendan dagin, og óvist er hvussu langt man vera millum bilarnar, um man stillar seg at tumla.
So vit ganga.
Vit pakka ryggsekkin, bi_ja matmó_rini farvæl og takk, og fara so avsta_ vi_ kós ímóti Nesi, tí her skulu vit lata trá_una aftur, sum vit læntu í gjár frá manninum, sum sleppur sílum í Nesvatn.
Ta_ er lætt at finna inn á gomlu var_agøtuna heim á Nes, tí skeltir í bygdini vísa vegin. Men komin út um bøgar_in hómast eingin var_i. Vit ganga tí eftir meira moderna_u var_unum, el-pelunum, og koma harvi_ fram á fyrsta var_an. Ta_ er tjúkt í mjørka, men var_arnir tæna sínum endamáli væl. Vindmyllan sendir sínar ljó_bylgjur ímóti okkum, men vit síggja hana ikki.

Skjótt koma húsini á Nesi undan kavi. Onkrasta_ni her skuldi sílama_urin bú_. Eg fái uppspurt, at hann b_r í hinum endanum á bygdini, so vit venda nøsini tann vegin.
Sambært mínari Lonely Planet bók eru tvey ting at síggja á Nesi. Kirkjan frá 1843 vi_ taki úr fløgugróti, og ein kanón, sum var_ brúkt at verja innsiglingina til Skálafjør_in undir seinna veraldarbardaga. Kirkjan er stongd, men taki_ sær man so. Kanónin stendur í einum gomlum áhugaverdum bunkarakompleksi, har ta_ rættiliga ber til at merkja søgunnar veingjasu_. Í økinum rundanum eru eisini nøkur rættiliga sermerkt hús, sum í síni tí_ vór_u bygd omaná bunkarunum.

Sílama_urin vísir seg at búgva í allar uttastu húsunum í allar ovasta b_linginum á Nesi, og ta_ regnar. Man má taka ta_ súra vi_ tí søta, hugsi eg, me_an eg gangi ni_an vi_ trá_uni. Her er einki hóvasták vi_ undirskriftum og depositum fyri trá_una. Her hevur man álit á at fer_afólk koma aftur vi_ tí, sum tey hava lænt, og eg stilli bara trá_una í túninum, tí sílama_urin er ikki inni.

Frá uttastu húsunum í ovastu b_linginum gongur lei_in nú til gongu til næstu bygd, Toftir, at fanga ein buss hjá bygdalei_um. Vit ganga framvi_ flottu, men naka_ køldu, Frí_rikskirkjuni oman í downtown Toftir. Eftir at hava leita eftir buss ste_giplássinum nóg leingi til onga nyttu, spyrji eg ein av teimum lokalu.
- Tit standa beint á tí. Ta_ er ikki so lætt at finna, tí her er einki sk_li, fái eg at vita.
Flott klára_. Ikki so miki_ sum eitt líti_ skelti er sett upp fyri at markera, at her ste_gar bussurin. Av gó_um grundum ber heldur ikki til at síggja nær bussurin kann væntast at koma framvi_ Toftum aftur, men eg havi fyrireika_ meg og keypt eina fer_aætlan á Farstø_ini í Havn. Sambært henni kemur bussurin um hálvan annan tíma.

Uttan at geva okkum far um hvussu langt ta_ í veruleikanum er til Runavíkar, fara vit til gongu eftir vegnum móti grannabygdini. Lítlan tíma seinni koma vit til downtown Runavík, og her er lív. Tey lokalu flokkast um ein fiskamarkna_ og ein loppumarkna_ og sum eitt søluframtak fyri føroyskan laks, ver_a øll bo_in at fáa sær ein bita av royktum laksi.
Eg havi ikki eti_ sí_an í morgun, og fylli gla_ur í holi_. Ta_ smakkar væl, men slær ikki hvítleyksstokta ma_kapirru al fresco og smyrjibrey_ini á morgunmatarbor_inum í Æ_uvík.
Her frá markna_inum hómast eitt blátt buss sk_li . Einki skelti sigur frá um nakar bussur yvirhøvur ste_gar her, ella nær ta_ kann hugsast at henda. Men um ikki anna_ er sk_li_ ein ábending um at Bygdalei_ir finnast, og her fær man siti_ turrur.