Leitandi ballett

-

Hóskvøldið framførdu fólk frá Wilda Dance Production ballett í Norðurlandahúsinum. Um 100 fólk leitaðu sær at njóta ballettina, ið er í 3 pørtum: Oyggin, Credits og Skizo. Ballett er ikki gerandiskostur í Føroyum og her var talan um framførslu, ið leitaði nýggjar leiðir. Tónleikurin var nýmótans og eksperimenterandi.

Í gjár spákaði ferðalagið í føroysku náttúruni. 8 fólk eru við í ferðalagnum og Tim Feldman, ið er viðurkendur fyri sítt arbeiði innan dans, fer í dag at hava skeið fyri føroyskum dansarum.