Leita í vreiði eftir pápunum

Nýstovnaða grønlendska felagið “Løgfrøðiliga Faðirleys” vil hava lóggávuna broytta, soleiðis at faðirloysingar kunnu fara aftur í tíðina fyri at finna progv fyri faðirskapi

Í Grønlandi er við at reisa seg eitt fólksligt krav millum tey mongu fólkini, sum ongantíð hava funnið danska (ella føroyska) pápa sín.
Í 50-árunum, 60-árunum og 70-árunum vóru ómetaliga nógvir serliga danskir handverkarar í longdi tíð í Grønlandi og bygdu íbúðarhús, og skip frá alskyns tjóðum løgdu inn í grønlenskar havnir.
Lógin um rættarstøðuna hjá børnum kom ikki í gildi í Vesturgrønlandi fyrr enn í 1963 og í 1974 í Eystur- og Norðurgrønlandi. Tey, sum fødd eru fyri ta tíð, kunnu ikki við nakrari lóg í hondini fara til dómstólarnar fyri við blóðroyndum at fáa staðfest hvør pápi teirra er.
- Faðirleys børn hava í fleiri ættarlið skap po nógva vreiði, og tað merkir framvegis grønlendska samfelgið, sigur sálarfrøðingurin Conni Gregersen við grønlendska útvarpið.
Í Grønlandi er ein vreiði móti danska samfelagnum, og tað hongur saman við mátanum, sum Danmark er farið við Grønlandi. Men tað er esini ein persónlig vreiði, sum botnar í, at fleiri danskir menn fóru frá grønlendsku unnustum og børnum sínum, sigur Conni Gregersen, sum heldur tað vera gott, at faðirleysu vaksnu børnini finna saman, og at evnið verður viðgjørt.
Connie Gregersen heldur, at eisini ungir grønlendingar hava trupulleikar við sínum samleika, tí teir hava blandað upphav.

Nýggj lóggáva má framskundast
Kuupik Kleist, formaður í grønlendska landstingum er talsmaður fyri at fáa nýggja grønlendska familjulóggávu. Lóggávan er tætlað at verða broytt um tvey ella trý ár, men hetta eigur at verða framskundað, heldur Kuupik Kleist, sum sjálvur er føddur í 1958 – við ongum pápa.
Hann sigur, at tað ávirkar fólk nógv ikkki at vita, hvør pápin er, og tað merkir eisini, at tey ikki hava nakran pápa at arva.
Sum sjey ára gamal hitti hann pápa sín eina ferð men hevur síðan einki samband havt við hann. Hann hevur ikki kent trongd til at fara at leita eftir pápanum, men hann viðgongur, at saknurin eftir einum pápa kemur til hansara viðhvørt.
Nógvar ræðusøgur eru í Grønlandi um, hvussu tað var at vaska upp sum faðirloysingur. Børnini vóru happað, høvdu tey ongan pápa og haraftrat høvdu ljósa húð. Summi siga frá, hvussu illa lærarar fóru við teimum, og familjan skammaðist.
Grønlendska útvarpið hevur havt fleiri sendingar um málið, og nú hevur rithøvundurin Anne Sofie Hardenberg givið út bók við heitinum Kampen for en far.