Ódnin, sum legði alt landið lamið tað mesta av einum samdøguri, legði eisini leitingina eftir tí horvna Pidda Hansen í Runavík, stilla í tveir dagar.
Alt bjargingarfólk hevur havt úr at gera at bjarga okkum snikkaleys undan ódnini.
Men nú tamarhald so smátt er á støðuni aftur, er leitingin eftir Pidda tikin upp aftur í morgun.
Sunleiv Højgaard, formaður í Skálafjarðar sløkkiliði sigur, at í morgun eru tey farin at leita við sjókaða í støðum, har tað er tórført at sleppa til.
Ætlanin var at kava í Toftavatni at leita eftir Pidda, men tað hevur regnað illa og tískil er vatnið grumsut og sýnið ov vánaligt.
So leitingin á Toftavatni verður at bíða til líkindini batna.
Sunleiv Højgaard sigur, at leitað verður har ábendingar eru um, at nógv umrøddi Skoda Fabia, hatchback, bilurin er sæddur.
Talan er um ein bil av tí slagnum, sum sæst á myndini.
Tað merkir, at mesta leitingin er miðsavnað um ymisk støð í Eysturoy, tí enn er onki, sum bendir á, at bilurin hevur verið av oynni.
Í øllum førum eru undirsjóvartunlarnir kannaðir, tí har verða allir bilar avmyndaðir, men har hevur hann ikki verið.
Hann leggur afturat, at í fyrstuni varð leitað eftir einum saknaðum manni.
Nú verður leitað eftir einum manni, sum løgreglan er sannførd um, er dripin og burturbeindur. Tað er eitt heilt annað slag av leiting, tí tað krevur nógv størri nærlagni. Av tí sama verður nú leitað um aftur í støðum, har tey áður hava leitað.
Sunleiv Højgaard sigur, at so leingi nøkur vón er, verður hildið fram við leitingini.