Leita við lykt eftir sparingum

Ferðafólk fáa minni viðføri við umborð. Tollfría sølan skal flytast niður á jørðina, og kanska verða flogførini málað oftari, so vindmótstøðan verður sum minst

Flogferðsla

 

Dag um tað setir oljuprísurin met, og talan er at kalla um panikk-støðu hjá fleiri av stóru flogfeløgunum í heiminum. Millum tað, sum hevur verið frammi, er, at Ryanair í vetur setir 20 av sínum flogførum í hangarin. Hjá American Airlines hava tey tikið stikkontaktir úr wc’unum, eins og onnur hvør skrellispann er tikin úr flogførunum, og á fyrsta klassa sleppa tey ikki longur at eta við tungum silvurbestikki.

 

Mála oftari

Enn eru líknandi átøk ikki gjørd hjá Atlantic Airways, men at tey koma, er eingin sum helst ivi um.

- Vit hava sett ein bólk við operativum og tekniskum starvsfólki. Og har royna vit at endavenda øllum møguleikum, sum eru, fyri at minka um oljunýtsluna, sigur Magni Arge, stjóri hjá Atlantic Airways.

- Og vit meina veruliga við allar møguleikar. Ivaleyst verður tað so, at ferðafólk í framtíðini bert sleppa at taka eitt collie av viðføri við, áðrenn tey skulu rinda eykagjald. Kunnu vit spara nakað av olju við at flúgva eitt vet seinni, verður hetta gjørt, og kann vindmótstøðan minkast, um flogførini verða málað oftari, gera vit eisini tað. Snøgt sagt, so verður hugt eftir hvørjum einasta smáluti, sum kann minka um oljunýtsluna.

- Í ársfrágreiðingini hjá okkum fyri seinasta roknskapin mæltu vit eisini til, at tollfría sølan verður skipað á jørðini í samstarvi við Vága Floghavn. Kunnu vit tað, so spara vit vektina av goymsluni, eins og vit kunnu hava eitt fólk minni umborð.

Nær átøkini verða sett í verk, veit Magni Arge ikki at siga fyri vist, men nøkur teirra verða sett í verk um heilt stutta tíð, sigur hann.

 

Tvífaldaður í trý ár

Eitt er, at tíðarandin í nógv størri mun setir umhvørviskrøv. Ikki minst til flogferðslu, ið er ein ógvuliga krevjandi háttur at flyta ferðafólk uppá.

Annað er, at oljuprísurin í dag er størsta hóttanin móti flogfeløgum kring allan heim.

- Við teirri ferð, sum oljuprísurin veksur, er hetta so nógv tað størsta vandamálið hjá okkum á rakstrarsíðuni. Bara tey trý seinastu árini er útreiðsluparturin hjá oljuni tvífaldaður hjá okkum, soleiðis at hetta í dag er 25% av samlaðu rakstrarútreiðslunum, sigur Magni Arge.

Og hann leggur dent á, at hetta er nakað, sum øll mugu fyrihalda seg til. Bæði við atliti til umhvørvið og búskapin.

- Oljuprísurin og oljunnýtslan er nakað, sum alt samfelagið má fyrihalda seg til. Hvørt virki og hvørt húsarhald upplivur ein útreiðsluvøkstur í hesum, og innflutningstølini fyri olju eru heilt óhugnalig seinastu árini. So antin mugu vit finna olju, ella eisini mugu vit finna útav, hvussu vit kunnu nýta alternativar orkukeldur. Tí sum samfelag megna vit ikki at halda fast um vælferðina, um vit bara halda fram, sum var einki hent, sigur Magni Arge.