Leitað verður eftir einum heimavølli

(Rás2) Hoyr Hall Danielsen frá HSF seta orð á hvønn trupuleika tað gevur teimum, at heimavøllur má finnast uttanlands

Í hondbóltssambandinum gleðast tey um lutakastið hjá A-landsliðnum hjá monnum, har spennandi uppgávur ímóti Danmark, Montenegro og Ukraina eru fyri framman.

 

Men samstundis hava tey fingið eina stóra eyka uppgávu, sum tey í HSF als ikki fegnast um. Nevnliga at finna ein heimavøll uttanfyri landoddarnar til tí eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøvini til A-landsdystir hjá monnum.

 

Hallur Danielsen greiðir frá, at enn er ikki støða tikin til hvar heimavøllurin hjá Føroyum skal verða.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Hall Danielsen í sendingini SportBoxini á Rás2 seinnapartin.

 

Í samrøðuni greiddi Hallur Danielsen eisini frá hvat tað t.d. er, ið fattast hjá stórhøllini á Hálsi í Havn fyri at fáa altjóða góðkenning.