Leitaðu í fimm tímar eftir ferðafólkum

Løgreglan, MRCC Tórshavn, bjargingarfelag og tyrla leitaðu í nátt eftir tveimum ferðafólkum norðanfyri Viðareiði

Løgreglan, tyrlan, MRCC Tórshavn og Norðoya Bjargingarfelag hava í alla nátt leitað eftir tveimum ferðafólkum, ið vóru saknað norðanfyri Viðareiði. Tað verður upplýst á heimasíðuni hjá MRCC Tórshavn.


Tað var klokkan 01.14, at MRCC-støðin fekk eina áheitan frá løgregluni, at senda eina tyrlu at hjálp til í leitingini eftir tveimum ferðafólkum í einum øki norðanfyri Viðareiði.


Á heimasíðuni verður upplýst, at umleið fimm tímar seinni, klokkan 06.27, fann lokala bjargingarfelagið tey bæði ferðafólkini. Upplýst verður eisini, at ferðafólkini vórðu funnin í øllum góðum.