Ígjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at tríggjar smágentur í Havn vóru ikki til at finna. Løgreglan fór at leita, umframt at tey, sum koyra hýruvogn og buss fingu boð um at hava eyguni við sær.
Løgreglan sigur, at tað var ein tími, so vórðu tær afturfunnar í øllum góðum, tætt við at tær vóru burturblivnar.