Seinastu nátt varð brotið inn hjá tveimum fyritøkum í Havn Kriminalpolitið heldur, at tað vóru somu tjóvar, sum seinastu nátt brutu inn hjá Berg Motors á Hálsi og hjá Noa Noa í Tróndargøtu í Havn.
Mannagongdin hevur í hvussu er verið tann sama. Teir eru slopnir inn við at bróta rút.
Ikki er greitt, um tjóvarnir hava fingið nakað við sær. Líkt er til, at teir hava leitað eftir pengum.