Leitaðu eftir gamla stílinum

Eftir trilvandi og verjukendan 1. hálvleik gjørdu teir í HB í steðginum av, at nú skuldu teir spæla skjótt og nógv og leypa á

HB

Havnarmenninir vóru væl nøgdir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Eftir tap á heimavølli móti GÍ og javnleik í Letlandi, var tað sera týdningarmikið at fáa gott úrslit í Klaksvík, og tað meta teir eitt stig at vera.
Jákup á Borg, sum skal eitast at halda frí frá fótbólti, var aftur hesa ferð millum teir eyðsýndu:
- Vit eru spentir upp á Intertoto og upp á landskappingina. Fyri báðar hesar avbjóðingarnar var tað avgerandi, at vit ikki taptu í Klaksvík. Vit hava møguleika í vikuskiftinum í Intertoto, og hóast vit mistu í mun til toppin og við 25 stigum kunnu vera fimm aftanfyri EB/Streym, tá ið 13. umfarið er av, so eru vit avgjørt við í kappingini um oddasessin.
Hvussu sást tú gongdina?
- Vit leggja væl fyri, eg misnýti brotsspark, men vit koma á odda og kenna okkum hava tak á. So fáa teir trý mál í eitt korter, og vit eru illa sperdir. Í stegðinum gjørdu vit av, at nú skuldu vit leypa á og samanspæla. Tað er hetta, sum vit duga best, og hetta vísti seg at vera besti heilivágurin. Tað tók sína tíð, men vit høvdu støðugt góða kenslu um, at tað skuldi bera til, og tað vísti tað seg at gera.