Leitaðu eftir føroyskum stuttleikabáti

Um vikuskiftið leitaði hetlendska sjóverjan eftir føroyska stuttleikabátinum ?Nina? Báturin fór saman við einum øðrum báti úr Føroyum hósdagin. Men leygarnáttina var bara annar komin vegin fram, og tí varð farið at leita eftir hinum.

Eitt flogfar leitaði millum Føroyar og Hetland, og ein tyrla leitaði í Hetlandi, samstundis sum roynt varð at fáa samband við bátin ígjøgnum fartelefon og VHF, men til fánýtis.

Leygarkvøldið setti ?Nina? seg í samband við MRCC Tórshavn. Tá var báturin uttan fyri Stornoway, og alt visti væl við.

Robert Olsen, leiðari á MRCC Tórshavn, sigur, at bátar hava skyldu til at lurta eftir kanal 16, tá siglt verður. Men tað eru minni enn so allir, sum gera tað, og tað er ein trupulleiki, sigur hann.