Venjing í at leita var fyrrapartin í Djúpunum Djúpini vóru í dag karmur um eina samskipaða venjing.
Venjingin byrjaði klokkan 10.00 í morgun, tá ið MRCC fekk boð um, at ein russari var bangin um 6 av vinfólkum hansara, sum vildu svimja frá Leirvík til Gjáar og ikki vóru komin fram.
Luttakararnir í venjingini vóru, MRCC/TR, FRK, Triton, Týr, Brimil, Tjaldrið, Ziska og Lív.
Venjing var liðug klokkan 12.30 tá ið allar dukkurnar vóru funnar og tiknar inn.Venjing gekk væl og endaði fyri ásettu tíðina.
Venjingin var m.a. hildin fyri at venja samskipanina millum eindirnar hjá FVE, Bjargingarfeløgini, FRK, fremmandu eindina Týr og MRCC/TR og at kanna rák av persónum í Djúpunum, sigur MRCC í tíðindaskrivi.