Sannlíkindini fyri at finna mannin, sum slóg út av Anitu í gjárkvøldið, versna alsamt
Tað sigur Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC í Tórshavn.
Hann sigur, at bjargingarskipið, Brimil, og Anita, eru nú farin at leita eftir manninum, Anita misti í gjárkvøldið.
Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC í Tórshavn, sigur, at leitiøkið er stórt, 130 ferfjórðingar og tað veksur alsamt, sum tíðin gongur.
Samstundis eru líkindini sera vánalig, 20-25 metrar um sekundið av suðuri og aldan er átta metrar.
Men hann sigur, at í dag verður leitað so leingi, tað er ljóst, sigur hann.
Trýst á myndina undir myndini og hoyr, hvat leiðarin á MRCC um støðuna beint nú.
|